WHO manglar pening

bannari
WHO manglar pening
Heimsheilsustovnurin hevur bara fingið ein brotpart av peninginum, londini lovaðu at lata í stríðnum ímóti COVID-19
Næstu tríggir mánaðirnir verða avgerandi fyri, hvussu stríðið ímóti koronu fer at eydnast, sigur aðalskrivarin í WHO
 
11.08.2020 - 07:18

Samstundis sum yvir 20 milliónir fólk kring heimin nú hava fongið koronavirus, staðfestir heimsheilsustovnurin, WHO, at stovnurin ikki hevur pengar til sítt virksemi.

Stovnurin bert hevur fingið ein tíggjundapart av peninginum, sum heimsins lond lovaðu at lata, í stríðnum ímóti koronu.

Aðalskrivarin í WHO, Tedros Adhanon Ghebreysus, sigur, at pengarnir, sum heimsheilsustovnurin manglar, bara er ein dropi í havinum í mun til pengarnar, sum stjórnir kring heimin hava nýtt til at bjarga egnum búskapi.

Næstu tríggir mánaðirnir avgerandi

Ghebreysus leggur dent á, at næstu tríggir mánaðirnir kunnu vera avgerandi fyri, hvussu stríðið ímóti virusinum fer at eydnast, og neyðugt er við fleiri pengum, um tað skal eydnast.

Hann vísir á, at bara til heilivágin hevur WHO tørv á 100 milliardum dollarum. men tað er ongantíð ov seint at venda gongdini, sigur hann við Reuters.

Yvir 20 milliónir fólk eru smittað av koronu kring heimin, 12,2 milliónir fólk eru frísk aftur og 734.000 fólk eru higartil deyð av sjúkuni, vísa nýggj tøl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
Breddin: Kervi+ og fólkaskúlin
216300
Hósdag 12. november
Eitt fræ
216034
Hósdag 12. november
Hús
216070
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154