Hon verður varaforsetavalevni hjá Biden

Hon verður varaforsetavalevni hjá Biden
Kamala Harris er fyrsta litta kvinnan, ið er vald sum varaforsetavalevni í USA
Í hesari savnsmyndini frá september 2019 heilsast Joe Biden og Kamala Harris í einum sjónvarpaðum valfundi, sum varð sendur tá
Mynd: Savnsmynd (AP)  
 
12.08.2020 - 08:22

Joe Biden, demokratiska forsetavalevni í USA, heur nú kunngjørt, hvør verður hansara varaforseti, vinnur hann forsetavalið 3. november.

Valið fall á kvinnuliga senatorin úr Kalifornia, Kamala Harris, hvørs foreldur eru úr India og Jamaika. Hon er fyrsta litta kvinna, sum er vald sum varaforsetavalevni.

 >> SÍ EISINI Alment tilnevndur í næstu viku

Bara tvær ferðir áður hava kvinnur verið varaforsetavalevni. Kamala Harris er 55 ára gomul, løgfrøðingur og var ákæri áðrenn hon fór upp í politikk.

Kamala Harris stillaði eisini upp til at vera forsetavalevni hjá Demokratunum, men hon gavst við hesi royndini í desembermánaði.

Kann fáa stóran týdning

Kamala Harris hevur verið ein av favorittunum til at vera varaforsetavalevni síðani Joe Biden í mars kunngjørdi, at hann skuldi hava ein kvinnuligan varforseta. 

Valið av varaforseta kann fáa størri týdning, enn tað hevur havt fyrr, tí Joe Biden verður 78 ára gamal, tá nýggi forsetin verður tikin í eið í januar.

Tað merkir, at um Biden vinnur valið, verður hann elsti amerikanski forseti í søguni. Høgi aldurin kann eisini merkja, at hann ikki stillar upp aftur um fýra ár men tá letur stafettina víðari til varaforsetan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483