Jóan Pauli flennir at føroyingum - úr Argentina

Jóan Pauli flennir at føroyingum - úr Argentina
Higartil hava Bjarni Arge og Jóan Pauli Dahl Jakobsen gjørt 32 partar av podcastinum Amatøroyar, har teir viðgera alt serføroyskt
14.08.2020 - 15:56

Uppskriftir á Facebook, offshore-typan, kærleikin til Ísrael, gerandisrasisma og bensinstøðin í Skálafirði. Millum lítið og einki sleppur undan viðgerð frá teimum báðum Bjarna Arge og Jóan Paula Dahl Jakobsen.

Teir flenna, perspektivera og viðgera serføroysk fyribrigdi, tey lítlu gerandistingini og tey stóru politisku málini.

Undirtøkan er eisini góð. Hvør partur verður stroymdur fleiri túsund ferðir og nógv av tí teir siga er blivið partur av gerandismálinum. Flestu vita nú hvør offshore-typan er og at Føroyar ikki eru verðin, men í verðini.

Vit hava havt eitt longri prát við annan teirra, Jóan Paula Dahl Jakobsen. Vit spyrja hann millum annað hví teir byrjaðu podcastin og um teir sjálvir meta, at tað er eitt týdningarmikið arbeiði teir gera.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. mai
Flaggdagshald 2024
174454
Mikudag 1. mai
Morgunlestur mikudagur 1. mai 2024
174291
Mikudag 1. mai
LEITISSTEIN 30.04.2024 (Hamradun)
174433
Týsdag 30. apríl
Samværi 033 - at geva út
174140
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283