- Umráðandi at vera ærlig í tónleikinum

14.08.2020 - 16:21
Lívsstílur
- Umráðandi at vera ærlig í tónleikinum
21 ára gamla toftakvinnan og fjøltáttaða tónlistarkvinnan Dania O. Tausen hevur gjørt nógv um seg á tónliekapallinum
Mynd: Oddfríður Marni Rasmussen  

Dania Oddmarsdóttir Tausen er ættað av Toftum, og tað er eisini har áhugin fyri tónleiki byrjaði. Hon hevur sungið nógv í samkomuhøpi, og tað er eisini har, hon hevur fingið dirvið til at trína fram og syngja fyri eini áskoðarafjøld. Men fyri góðum ári síðani flutti Dania til Havnar fyri at ganga í skúla á Fróðskaparsetrinum.

Tað, sum eyðkennir Daniu er, at hon hevur fingist við nógvan ymiskan tónleik. Alt frá gospel til jazz. Tað er eisini tað, sum myndar lyndið hjá 21 ára gomlu toftakvinnuna. Hon er opin fyri øllum.

- Tað, sum er mest umráðandi í lívinum er, at eg eri ærlig í mínum tónleiki og tori at vera eg, sigur Dania Tausen. 

Myndina eigur Oddfríður Marni Rasmussen

Hoyr Summartímin fríggjadagin 14. august

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. januar
Hilmar Heinesen: Glaður fyri lívið
185937
Mánadag 6. januar
Tájól í Meðalbý.
185911
Mánadag 6. januar
Morgunlestur mánadagur 6. januar 2025
185358
Sunnudag 5. januar
Bolero - Nýggjár 2025
185883
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. januar
Guðstænasta í Skála kirkju
185896
Fríggjadag 3. januar
Veðrið
185848
Mikudag 1. januar
Sig okkurt skek
185740
Mikudag 1. januar
Hjartabørn í Kenja
185737
Mikudag 1. januar
Andakt við Gerhardi Jónsson Mikkelsen
185736