Lena Anderssen við nýggjum staklagi

15.08.2020 - 19:58
ListTónleikur
Lena Anderssen við nýggjum staklagi
Lena Anderssen er ávegis við nýggjari heildarútgávu, og fríggjadagin varð heitislagið av komandi útgávuni "State of the Land" givið út sum staklag.

Tá Lena og Niclas seint á heysti í 2017 settu seg at leggja til rættis hennara komandi útgávu, vildu tey fegin royna at gera tónleik, ið byggir á ta synergi, sum kann íkoma, tá ein sangari og eitt orkestur framføra samstundis í studio. 

“Vit spurdu okkum sjálvi;  ‘hvør hevði verið ynskispersónurin at tikið upp eina slíka plátu?’ Geoff Emerick var tað upplagda svarið”, sigur Lena.

Geoff Emerick var ein slóðbrótari innan ljóðupptøkur og var við til at definera eitt gulltíðarskeið í enskum popptónleiki við fyrst og fremst The Beatles í sekstiárunum. “Tá hann játtaði at upptaka komandi útgávuna, vóru vit ikki í iva um, hetta mátti gjøgnumførast”, leggur hon aftrat.

Lagið State of the Land er sungið og spælt inn live í LAFX Studio í Los Angeles mikudag 7. mars í 2018.

Tað, sum ongin visti hendan dagin var, at State of the Land skuldi gerast seinasta plátuupptøka hjá Geoff Emerick.

Hann andaðist 2. oktober í 2018, 72 ára gamal. Og viðurkenningarnar komu úr øllum ættum.

Ein serstøk heilsan var frá Paul McCartney. “Vit brúktu nógvar spennandi tímar saman í studio, og altíð leveraði hann vøruna.” McCartney segði somuleiðis. “Hann var ein serliga góður tøkningur og vinur, og sjálvt um The Beatles høvdu nógvar góð ljóðfólk gjøgnum árini, so var Geoff ‘the ONE’.”

Hoyr sangin "State of the Land" og samrøðuna, sum Eyðfinn Jensen gjørdi við Lenu í Leygardagssendingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. apríl
PLÁTUPANELIÐ #39 (1977)
206615
Leygardag 4. apríl
Tvey velja páskatónleik
206614
Leygardag 4. apríl
Jambalaja - 040426
206613
Leygardag 4. apríl
Upp á tá - 030426
206605
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563