Lækni: Burdu kravt sóttarhald við landamørkini

bannari
16.08.2020 - 17:34
Innlendis›Heilsa
Lækni: Burdu kravt sóttarhald við landamørkini
- Fólk, sum koma til landið, áttu at farið í sóttarhald, til tey hava fingið svar upp á seinnu kanningina, heldur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni

Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, heldur, at vit áttu at leita okkum íblástur úr Íslandi, har myndugleikarnir nú krevja fólk í sóttarhald, um tey koma um landamørkini - hetta meðan bíðað verður eftir seinnu koronakanningini, sum verður gjørd sætta dagin. 

- Vit hava kannað næstan 30.000 fólk síðani korona aftur kom til Føroya fyri stuttum, og tað megnararbeiðið kann fara fyri skeyti, um vit ikki ansa eftir um landamørkini, sigur læknin. Hann vísur eisini á, at ferðavinnan ikki hevur háárstíð nú vit fara inn í heystið, og tí átti at verið lættari at sett strangari krøv um landamørkini. 

- Vit síggja við øðrum sjúkum, at tær taka dik á seg um veturin, tí tá eru fólk meira inni, og tað kann hugsast, at korona fer at uppføra seg soleiðis eisini, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen. 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við læknan frá útvarpstíðindunum. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541