Túsundtals mótmæltu: Krevja nýval

Túsundtals mótmæltu: Krevja nýval
Tíggjutúsundtals mótmælisfólk hava um vikuskifti verið á gøtunum í hvítarussiska høvuðsstaðnum, Minsk
Túsundtals fólk hava um vikuskiftið mómælt úrslitið av forsetavalinum í Hvítarusslandi í síðstu viku
Mynd: AP  
 
17.08.2020 - 07:54

Mótmælisfólkini hava mótmælt forsetanum Alexander Lukashenko. Tað skriva millum annað bretska kringvarpið, BBC, og tíðindastovan, AFP.

Forsetaval var í Hvítarusslandi tann 9. august, og sitandi forsetin segði seg vinna valið við umleið 80 prosent av atkvøðunum.

Fleiri enn 6.000 handtikin

Andstøðan sigur tó, at forsetin hevur framt valsvik, og umframt valúrsltið mótmæla fólk eisini harligu og tilvildarligu viðferðina, tey hava fingið frá løgregluni í kjalarvørrinum av mótmælunum.

Fleiri enn 6.000 fólk eru handtikin og nógvar fráboðanir eru um, at løgreglan fremur harðskap og tortur móti mótmælisfólkum.

Tey flestu av teimum handtiknu vórðu tó leyslatin aftur beint undan vikuskiftinum. Støðan í Hvítarusslandi fekk uttanríkisráðharrarnar í ES at hittast í síðstu viku at viðgerða støðuna.

Putin lovar Lukashenko stuðul

Uttanríkisráðharrarnir samdust um at seta tiltøk í verk móti teimum fólkunum, ið skulu standa aftanfyri valsvikið og harðskapin móti mótmælisfólkunum. Russland, hinvegin, stuðlar hvítarussiska forsetanum, Lukashenko.

Sambært russisku tíðindastøðini RT, hevur Vladimir Putin, russiski forsetin, lovað hvítarussiska starvsbróðuri sínum, at Russland er til reiðar at veita honum stuðul, og eisini hernaðarligan stuðul um neyðugt.

Ein av andstøðuleiðarunum, og sum var á vallepanum til valið, Svetlana Tikhanovskaya, flýddi í vikuni til Litava eftir, at hon kendi seg ótrygga. Hon fekk 10 prosent av atkvøðunum til forsetavalið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635