Korona útsetir val í Ný Sælandi

Korona útsetir val í Ný Sælandi
Fleiri tilburðir av koronu eru staðfestir í landinum seinastu tíðina, og tjóðartingsvalið er útsett til 19. september
Jacinda Ardern stendur seg væl í veljarakanningunum í Ný Sælandi
 
17.08.2020 - 10:01

Tjóðartingsvalið í Ný Sælandi, sum skuldi vera 19. september, er útsett í fýra vikur, vegna koronafarsóttina.

Tað boðaði forsætisráðharrin, Jacinda Ardern, frá í morgun.

Ardern segði sambært BBC, at við at útseta valið fáa allir flokkar sama møguleika at leggja valstríðið til rættis eftir broyttu umstøðunum.

Fleiri smittutilburðir

Ongin smittutilburður varð staðfestur í Ný Sælandi í meira enn 100 dagar, men í síðstu viku vórðu brádliga fýra tilburðir staðfestir í størsta býnum Auckland, og síðani  eru tilsamans 58 tilburðir skrásettir.

Tá nýggju tilburðirnir vóru staðfestir, heittu andstøðuflokkarnir á Ardern um at útseta valið, og tað hevur forsætisráðharrin eftirlíkað, men sambært AFP  fer hon ikki at útseta valið einaferð aftrat.

Jacinda Ardern stendur seg annars sera væl í veljarakanningunum.

Umleið 60 prosent av veljarunum siga seg taka undir við henni, og í løtuni stendur stjórnarflokkurin seg so mikið væl, at neyðugt verður ikki at fáa stuðul frá øðrum flokkum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483