Maria og Jákup eru best umtóktu nøvnini

Maria og Jákup eru best umtóktu nøvnini
Hagstovan hevur gjørt ein lista við teimum 50 vanligastu fólkanøvnunum í 2001 og 2019
Hjá monnum er navnið Jónas væl umtókt nú. Í fjør itu 152 Jónas
 
21.08.2020 - 13:06

Maria var nummar eitt í 2001, og var framvegis nummar eitt í fjør.

Í 2001 var Jógvan nummar eitt, men í fjør var Jákup nummar eitt. Jákup var nummar tvey í 2001, og í fjør var Jógvan nummar tvey.

Hagstovan hevur gjørt ein lista við teimum 50 vanligastu fólkanøvnunum í 2001 og 2019.

Tær, sum eita Anna Maria, vóru á 18.plassi í 2001, men nummar 30 í fjør.   

Lea og Jónas

Nøkur nøvn vóru betur umtókt í fjør enn í 2001.

Hjá kvinnunum gjørdi navnið Lea eitt stórt lop uppeftir.

37 itu Lea í 2001 og 112 í fjør.

Hjá monnum er navnið Jónas nógv betur umtókt nú. Í 2001 høvdu 27 navnið Jónas, teir vóru 152 í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597