Ein smittutilburður aftrat í slovakiska hópinum

Ein smittutilburður aftrat í slovakiska hópinum
Koronukanningin varð gjørd tvær ferðir, og farsóttarnevndin hevur gjørt av, at alt ferðalagið skal í sóttarhald
 
21.08.2020 - 14:49

Ein smittutilburður aftrat er staðfestur í hópinum hjá slovakiska fótbóltsfelagnum, Slovan Bratislava.

Tilburðurin bleiv staðfestur í gjár, tá ið eitt ferðalag úr Bratislava kom til Føroya, upplýsir Michael Boolsen, formaður í farsóttarnevndini, í tíðindaskrivi.

Fyri at binda um heilan fingur varð koronakanningin gjørd tvær ferðir, og báðar ferðir varð smitta staðfest.

Í sóttarhald

Farsóttarnevndin hevur avgjørt, at alt ferðalagið hjá Slovan Bratislava skal í sóttarhald.

Eftir ætlan skulu KÍ og Slovan Bratislava spæla í Klaksvík í kvøld.

UEFA skal nú taka endaliga støðu til, um dysturin í Champions League-kappingini skal spælast ella ikki, sigur Michael Boolsen.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 15.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846