Hvalir fáa kanska kavarasjúku

Hvalir fáa kanska kavarasjúku
Ljóðbylgjur, sum verða brúktrar at finna kavbátar, kunnu ávirka hvalir, sum í stórum tali hava gjørt landgongd í Evropa seinastu tíðina
Døglingar hava tvær ferðir gjørt landgongd í Suðuroynni seinastu tíðina. Nú vísa vísindafólk á, at ein Nato-venjing er kanska orsøkin til, at so nógvir hvalir hava gjørt landgongd í Evropa
 
26.08.2020 - 10:16

Ein venjing hjá Nato við Ísland í juli er kanska orsøkin til, at so nógvir hvalir hava gjørt landgongd í Evropa.

Miðilin ibtimes veit at siga, at 29 ferðir eru hvalir farnir á land seinastu vikurnar.

Í venjingini hjá Nato vóru sonar ljóðbylgjur brúktar til at finna kavbátar. Og kanska hava hesar ljóðbylgjur ávirkað hvalir, so teir gerast sjúkir, halda vísindafólk. 

Fáa kavarasjúku

Hvalirnir fáa okkurt, sum líkist kavarasjúku hjá fólki. Ljóðbylgjurnar gera eisini hvalirnar bangnar, so teir svimja á land.

Hetta eru hvalir, sum annars liva djúpt í sjónum.Tað er kortini ikki staðfest, at ljóðbylgjur eru orsøkin til, at hvalir svimja á land.

Vísindafólk siga, at aðrar orsakir enn ljóðbylgjur kunnu eisini vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358