Steffan skal lyfta arvin

02.09.2020 - 20:59
InnlendisPolitikkur
Steffan skal lyfta arvin
Á løgtingsvalinum í fjør vóru fyrstu ábendingarnar um eitt ættarliðsskifti í Miðflokkinum.

Í fjør trein Steffan Klein Poulsen út á politiska vígvøllin at tosa søk Miðfloksins.

Miðflokkurin hevur annars ikki havt serliga fjølbroytta umboðan, síðan flokkurin varð valdur í Løgtingið í 1994. Teir kunnu í grundini teljast á einari hond. Jenis av Rana, Tordur Niclasen og Bill Justinussen, sum allir vóru við til at stovna Miðflokkin, og Karsten Hansen, ið hevði eina trúðfastan veljaraskarða, tá ið hann flutti úr Tjóðveldisflokkinum yvir í Miðflokkin í 2006.

Men nú verður spakuliga sett við. 24 ára gamli Steffan Klein Poulsen er í holt við at finna seg til rættis í føroyskum politikki sum fastur varamaður.

Uppgávan er at fáa Føroyar innaftur av glíðibreytini og rákið uttaneftir steðgast, sum Miðflokkurin segði undir valstríðnum til løgtingsvalið í fjør. Men í Hvannasundi hava tey valt hann fyri at fáa tunnlarnar Norður um Fjall borðaðar.

Í innslagnum luttaka Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður, Jóhann Lutzen, stjóri á Norðlýsinum, og Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

 

 Atkvøður í alt  243
 Fossanes  86
 Klaksvík  79
 Tórshavn  19
 Leirvík  9
 Runavík  9
 Strendur  8
 Argir  6
 Árnafjørður  4
 Viðareiði  4
 Fuglafjørður  3
 Gøta  3
 Eiði  2
 Hósvík  2
 Giljanes  1
 Kirkja  1
 Kollafjørður  1
 Kunoy  1
 Mikladalur  1
 Skopun  1
 Toftir  1
 Tvøroyri  1
 Vestmanna  1

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065