Viðgjørdu trygdarstøðuna í Norðurhøvum

03.09.2020 - 13:10
InnlendisPolitikkur
Viðgjørdu trygdarstøðuna í Norðurhøvum
- Vit staðfesta størri, hernaðarligt virksemi úr Russlandi, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, sum er á vitjan í Føroyum
Eftir fundin skipaðu Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, fyri tíðindafundi í Tinganesi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Trygdarstøðan í Norðurhøvum var á dagsskrá fyri fundin millum danska uttanríkisráðharran og føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum.

- Vit uppliva størri, hernaðarligt virksemi úr Russlandi. Tað er geopolitiski veruleikin, vit liva í, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri.

Russland er meira aktivt á hernaðarliga økinum. Tað staðfesti Jeppe Kofod á tíðindafundi fyrrapartin.

Og tað gjørdi uttanríkisráðharrin eisini so seint sum týsdagin, tá hann alment fordømdi, at eitt russiskt SU-27 stríðsflogfar fleyg inn í danskt loftrúm í Eystrasalti. Kofod upplýsti tá, at støðan kundi als ikki góðtakast, og donsk F16-stríðsflogfør vórðu send eftir russsiska flogfarinum.

Eisini á okkara leiðum

Fyrr í ár - síðst í februar og tíðliga í mars - hendi nakað líknandi her um okkara leiðir.

Tríggjar ferðir flugu tvey serútgjørd, russisk stríðsflogfør av slagnum TU-160 beint gjøgnum føroyskt loftrúm.

Flogførini vórðu sædd av norsku herstøðini í Bodø í Norra, har tvey F16-flogfør vórðu send eftir teimum. Og tey komu suður í bretskt loftrúm, vórðu tey møtt av tveimum Typhoon-stríðsflogførum hjá bretska flogvápninum.

Hetta er váttað í fleiri altjóða miðlum.

Vildi ikki tosa um tilburðin

Eisini vísa mátingar yvir farleiðirnar hjá russsiku flogførunum, at tey vóru í føroyskum loftrúmi.

Tí spurdu vit uttanríkisráðharran, um Danmark er ført fyri at ansa eftir føroyska loftrúminum, tá tílíkt kann fara fram, uttan nakra reaktión:

Jeppe Kofod vil gjarna tosa um tilburðin við Bornholm - men ikki um tilburðin yvir Føroyar fyrr í ár.

Hoyr samrøðu við Jeppe Kofod í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Ókendir"
208958
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457