- Tíðindi, mentan og ítróttur
Viðgjørdu trygdarstøðuna í Norðurhøvum
Trygdarstøðan í Norðurhøvum var á dagsskrá fyri fundin millum danska uttanríkisráðharran og føroyska landsstýrismannin í uttanríkismálum.
- Vit uppliva størri, hernaðarligt virksemi úr Russlandi. Tað er geopolitiski veruleikin, vit liva í, sigur Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri.
Russland er meira aktivt á hernaðarliga økinum. Tað staðfesti Jeppe Kofod á tíðindafundi fyrrapartin.
Og tað gjørdi uttanríkisráðharrin eisini so seint sum týsdagin, tá hann alment fordømdi, at eitt russiskt SU-27 stríðsflogfar fleyg inn í danskt loftrúm í Eystrasalti. Kofod upplýsti tá, at støðan kundi als ikki góðtakast, og donsk F16-stríðsflogfør vórðu send eftir russsiska flogfarinum.
Eisini á okkara leiðum
Fyrr í ár - síðst í februar og tíðliga í mars - hendi nakað líknandi her um okkara leiðir.
Tríggjar ferðir flugu tvey serútgjørd, russisk stríðsflogfør av slagnum TU-160 beint gjøgnum føroyskt loftrúm.
Flogførini vórðu sædd av norsku herstøðini í Bodø í Norra, har tvey F16-flogfør vórðu send eftir teimum. Og tey komu suður í bretskt loftrúm, vórðu tey møtt av tveimum Typhoon-stríðsflogførum hjá bretska flogvápninum.
Hetta er váttað í fleiri altjóða miðlum.
Vildi ikki tosa um tilburðin
Eisini vísa mátingar yvir farleiðirnar hjá russsiku flogførunum, at tey vóru í føroyskum loftrúmi.
Tí spurdu vit uttanríkisráðharran, um Danmark er ført fyri at ansa eftir føroyska loftrúminum, tá tílíkt kann fara fram, uttan nakra reaktión:
Jeppe Kofod vil gjarna tosa um tilburðin við Bornholm - men ikki um tilburðin yvir Føroyar fyrr í ár.
Hoyr samrøðu við Jeppe Kofod í útvarpstíðindunum.
Tak niður
Sí eisini