Fregnartænastugølan eisini viðgerast í Grønlandi

Fregnartænastugølan eisini viðgerast í Grønlandi
Forkvinnan í Uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini hjá landstinginum hevur spurt landsstýrið um málið
Aleqa Hammond er forkvinna í uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini í Grønlandi
 
08.09.2020 - 09:10

Gølan í fregnartænastuni hjá donsku verjuni skal nú eisini viðgerast í politisku skipanini í Grønlandi.

Forkvinnan í Uttanríkis- og trygdarpolitisku nevndini hjá landstinginum, Aleqa Hammond, hevur spurt landsstýrið, um grønlendingar eisini eru við í teimum ólógligu upplýsingunum, sum fregnartænastan skal hava útvegað sær um danskar ríkisborgarar, skrivar Sermitsiaq.

Atgongd til kaðal

Fregnartænastan hevur givið amerikonsku fregnartænastuni NSA atgongd til ein kaðal, so NSA kann taka eina rúgvu av rádátum niður við talgildum samskifti hjá donskum ríkisborgarum. 

Samskiftið umfatar millum annað telefonsamrøður, teldupostar, sms-boð og kjatt.

Hetta er komið fram í kanning, sum TET, stovnurin, sum hevur eftirlit við fregnartænastum, hevur gjørt.

Jenis biðin um at spyrja

Í síðstu viku upplýsti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í løgtinginum, at hann hevur biðið landsstýrismannin í uttanríkismálum, Jenis av Rana,  kannað, um føroyingar eru við í teimum upplýsingum, sum NSA hevur fingið.

Løgmaður segði eisini í tinginum mikudagin í farnu viku, at hann hevur einki frætt úr Danmark um hetta málið.
   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025