Stórar ætlanir fyri byrgingina um Haraldssund

Stórar ætlanir fyri byrgingina um Haraldssund
Arbeiðið verður mett at kosta 32 mió. kr., og Landsverk mælir til at gera tað í 2027
Verkætlanin umfatar ein veg við tveimum sporum og eina gongu/súkklubreyt um Haraldssund
 
08.09.2020 - 10:50

Ein verkætlan er gjørd um byrgingina um Haraldssund.

Verkætlanin umfatar ein veg við tveimum sporum og eina gongu/súkklubreyt.  Harafturat verða gøtuljós sett upp, og verjugrótið á norðaru síðu verður hækkað ein metur fyri at verja fyri sjóroki.

Arbeiðið er mett at kosta 32 mió. kr.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í einum svari til Aksel V. Johannesen, løgtingsmann, sum spurdi, hvørjar ætlanir eru um byrgingina um Haraldssund.

Gerast um sjey ár

Verkætlanin verður viðgjørd í sambandi við langtíðarløguætlan landsstýrisins. 

Landsverk mælir til, at arbeiðið verður gjørt í 2027. Politisk støða er tó ikki tikin til hetta enn, sigur Jørgen Niclasen.

Hann sigur, at vegurin verður lagdur soleiðis, at hann verður ein natúrligur partur av vegunum báðumegin byrgingina. 

Vegurin á byrgingini verður sum ein bogi, sum bindir vegirnar á báðum síðum saman. 

Ikki neyðugt við tunnilsgróti

Neyðugt verður ikki at brúka tunnilsgrót, tí alt tilfarið í verandi byrging verður endurnýtt til nýggju byrgingina. 

Vísir tað seg at verða ein fyrimunur at hækka/breiðka byrgingina meira enn fyrst ætlað, kann grót úr tunlunum norður um Fjall brúkast til hetta.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Jambalaja - 260926
213836
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650