Fleiri deyðsvanlukkur á føroyskum arbeiðsplássum

Fleiri deyðsvanlukkur á føroyskum arbeiðsplássum
Lógu vit á sama stigi sum Danmark, skuldi bara ein arbeiðsvanlukka, sum krevur mannalív, verið í Føroyum fjórða hvørt ár
Ein arbeiðsvanlukka í grótbrotinum í Hústoft tíðliga í hesum árinum kravdi eitt mannalív
 
09.09.2020 - 13:11

Nógv fleiri arbeiðsvanlukkur á føroyskum arbeiðsplássum krevja mannalív enn í okkara grannalondum.

Í fleiri ár á rað var í minsta lagi ein deyðsvanlukka um árið á føroyskum arbeiðsplássum. 

Tað svarar til 110 deyðsvanlukkur um árið í Danmark. Í Danmark hava higartil verið 19 deyðsvanlukkur í ár. Í fjør vóru 36.

Í ár hava verið tríggjar deyðsvanlukkur í Føroyum.

Samanborið við Danmark svarar tað til, at Danmark hevði 310 deyðsvanlukkur higartil í ár, og ikki 19.

Lógu vit á sama stigi sum Danmark, skuldi bara ein arbeiðsvanlukka, sum krevur mannalív, verið í Føroyum fjórða hvørt ár.

Meira um hetta í Breddanum í útvarpinum eftir tíðindini klokkan fimm.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040