Gáloysni elvir til skaða í ferðsluni

Gáloysni elvir til skaða í ferðsluni
Ráðið fyri ferðslutrygd fer nú undir eitt átak um gáloysni í ferðsluni
47 prosent av teimum spurdu halda, at gáloysni er størsta orsøkin til, at fólk fær skaða í ferðsluni
Mynd: Bjarni Árting ubeksen  
 
21.09.2020 - 09:17

47 prosent av teimum, sum Lóður spurdi fyri Ráðið fyri ferðslutrygd, halda, at gáloysni er størsta orsøkin til, at fólk fær skaða í ferðsluni.

Einasta orsøk, sum er størri enn gáloysni, er ov nógv ferð, halda tey spurdu.    

Ráðið fyri ferðslutrygd fer nú undir eitt átak um gáloysni í ferðsluni.

Átakið byrjar í dag, og varar í tríggjar vikur. 

Ikki skjalfest í hagtølunum

Gáloysni er ikki nóg væl skjalfest í føroyskum hagtølum um ferðsluna, sigur Ráðið fyri ferðslutrygd. Men í grannalondunum vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsakir til ferðsluóhapp og ferðsluvanlukkur.

Í 2018 varð ásett í Danmark, at fólk fáa klipp í koyrikortið fyri at tosa í handhildnari telefon, meðan tey koyra. 

Í ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar verður mælt til, at henda áseting eisini verður galdandi í Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462