Haraldur kongur útskrivaður

Haraldur kongur útskrivaður
Hann verður kortini sjúkrameldaður hesa vikuna
Haraldur kongur livir væl eftir umstøðunum
 
28.09.2020 - 15:40

Haraldur kongur av Noregi varð í dag útskrivaður av norska ríkissjúkrahúsinum í Oslo.

Tað váttar norska kongshúsið í tíðindaskrivi og sigur, at kongurin er sjúkrameldaður, tað sum er eftir av vikuni.

Norski kongurin varð innlagdur fríggjadagin, tí hann hevði ilt við at anda. Hann varð beinanvegin kannaður fyri Covid-19, og var negativur.

Seinni fríggjadagin segði Sonja drotning, at kongurin hevði tað gott eftir umstøðunum, og at hann fór at verða á fótum aftur skjótt.

Krúnprinsurin setur tingið

Ætlanin var, at Haraldur kongur skuldi seta Stórtingið fríggjadagin, men tað verður í staðin Hákun krúnprinsur, sum fer at seta tingið, og Sonja drotning verður eisini í tinginum fríggjadagin.

83 ára gamli Haraldur gjørdist kongur av Noregi í 1991, og hann er framvegis sera virkin, bæði innan- og uttanlands.

Í januar varð hann innlagdur fyri svimbul, og varð sjúkrameldaður í tvær vikur.

Beint fyri jól varð hann eisini sjúkrameldaður í nakrar dagar, orsakað av eini virussjúku, men annars hevur kongurin havt góða heilsu, og hevur røkt sínar skyldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334