Navalnyj komin fyri seg aftur

Navalnyj komin fyri seg aftur
Andstøðupolitikarin ivast ikki í, at Vladimir Putin, forseti, skipaði fyri, at hann varð eitraður
Aleksej Navalanyj leggur russiska forsetan undir at hava skipað fyri, at hann varð eitraður
 
01.10.2020 - 09:57

Russiski andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, er um at koma fyri seg aftur, eftir at hann varð eitraður.

Hann sigur seg ikki vera í iva um, at tað var russiski forsetin, Vladimir Putin, sum skipaði fyri, at hann varð eitraður.

Tað sigur hann við týska blaðið, Der Spiegel.

Til Týsklands

Navalnyj gjørdist sjúkur, tá hann var á vitjan í Sibir í august, og seinni varð hann flogin til Týsklands og lagdur inn á sjúkrahús har.

Kanningar, sum eru gjørdar av Navalnyj á týska sjúkrahúsinum, vísa, at hann varð eitraður við evninum, Novisjok. Royndirnar eru kannaðar í fleiri londum, millum annað í Fraklandi og Svøríki, umframt í Týsklandi.

– Eg eri vísur í, at Vladimir Putin, forseti, stóð fyri ætlanini at gera av við meg. Eg komi ikki til nakra aðra niðurstøðu, sigur Navalnyj við Der Spiegel.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858