Myndareportasja: Veðurballón verður send avstað

Játtanin til Veðurtænastuna hjá Vørn verður hækkað við 3,2 miliónum krónum á fíggjarlógini fyri næsta ár við tí fyri eyga, at seta eina føroyska veðurstovu á stovn. Í løtuni er høvuðsvirksemið hjá Veðurtænastuni, sum varð yvirtikin í 2009, at senda tvær veðurballónir avstað um samdøgrið. Vit vóru við, tá Anfinnur Thorsteinsson sendi eina veðurballón avstað.

 

Á Verðurstøðini við Hoyvíksvegin í Havn. 

Anfinnur Thorsteinsson, sum annars starvast sum bókhaldsleiðari í Vørn, er farin niðan á veðurstøðina at gera klárt at senda ein av tveimum veðurballónum, ið verða sendar upp um samdøgrið, avstað. 

Dáturnar, sum verða innsavnaðar við veðurballónunum á Veðurtænastuni, verða sendar til DMI í Danmark. 

"Tað er gott at sleppa at gera okkurt annað viðhvørt," sigur Anfinnur Thorsteinsson, sum annars er bókhaldsleiðarin á Vørn. Hann hevur í seks ár tikið vaktir at syrgja fyri, at senda veðurballónirnar avstað.  

Sondurnar, sum verða krøktar í ballónirnar, hava samband við ikki færri enn 14 fylgisveinar, og tær máta millum annað lufttrýst, luftvætu og vindmegi.

Veðurtæntastan varð yvirtikin í 2009, men nú, 11 ár seinni, eru veðurballónirnar, sum Arfinnur Thorsteinsson og onnur starvsfólk á Vørn senda upp um samdøgrið, høvuðsvirksemið hjá veðurtænastuni. 

Ballónirnar verða blástar upp soleiðis, at tær kunna lyfta eitt kilo. 

Ballónirnar verða fyltar við helium, og tað tekur eina løtu at blásta tær upp. 

Veðurballónirnar eru gjørdar úr tilevnaðum gummi, sum nevnist neoprene. Tilfarið er 0.051 mm tjúkt, tá ballónin er á jørðini, men tað verður einans 0.0025 mm, áðrenn ballónin brestur.  

"Veðurballónirnar eru umleið tveir metrar í tvørmáti, tá tær eru klárar at senda avstað. Men tá tær eru komnar upp á 30 kilometra hædd, eru tær seks metrar í tvørmáti, áðrenn tær bresta," greiðir Anfinnur Thorsteinsson frá. 

So er bara at bíða eftir, at ballónin er klár. 

Anfinnur skoðar veðrið, meðan hann bíðar eftir, at dagsins fyrsta veðurballón er klár. Hann hevur upplivað, at veðrið hevur verið so ringt, at tað ikki hevur borið til at sent veðurballónina avstað. 

Ein sterkur knútur verður bundin um ballónina. 

Sondan verður krøkt í ballónina. 

Og so er verðurballónin klár at senda avstað. 

Umstøðurnar hendan dagin vóru sera góðar. 

Og so varð dagsins fyrsta veðurballón send avstað á sína hálvanannan tíma longu ferð móti hæddunum. 

Veðurstøðin í Havn er ein av 900 veðurstøðum kring heiman, sum tvær ferðir um dagin senda eina veðurballón avstað.

Veðurballónirnar kunnu ferðast 200 kilometrar og heilt upp til 30 kilometrar, áðrenn tær bresta og falla aftur til jarða. 

 

Her kanst tú hoyra eitt innslag um veðurtænastuna og ætlanirnar at seta á stovn eina veðurstovu. 

 

Er kopiera