- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trump á sjúkrahús við koronu

Sambært CNN, so skal avgerðin at innleggja forsetan síggjast sum, at tey Hvítu húsini taka mest møguligt fyrivarni, og tí hava tikið avgerðina at innleggja forsetan.
Hetta váttaði Donald Trump sjálvur í einum lítlum videobroti á Twitter, áðrenn hann varð innlagdur.
Donald Trump byrjaði at fáa lættari sjúkueyðkenni hósdagin beint eftir, at hann hevði avdúkað, at hann og konan vóru farin í sóttarhald mikudagin.
Hvítu Húsini boðaðu frá, at amerikanski forsetin kendi seg troyttan, men var annars í góðum hýri.
Donald Trump var í masku og klædningi, tá hann fór umborð á forseta-tyrluna, Marine One, í gjár, sum fleyg hann til sjúkrahúsið.
Tíðindini um, at Donald Trump er smittaður koma júst ein mánað áðrenn sjálvt forsetavalið í USA, har hann dystast við demokratin Joe Biden.
Joe Biden heitti tó á øll um at standa saman í stríðnum móti koronasmittuni í kjalavørrinum á, at tað kom fram, at Donald Trump er smittaður. Hetta hendi í sambandi við ein veljarafund í Michigan fríggjadagin.
"Vit kunnu fáa tamarhald á hesari farsóttini, so vit kunnu fáa búskapin aftur á glið til frama fyri øll," segði Biden við tíðindafólk í Grand Rapids.
"Men hetta er ikki ein partapolitisk løta. Hetta er ein løta fyri allar amerikumenn," segði Joe Biden.


























