Kunna álitisfólkini seinnapartin

Kunna álitisfólkini seinnapartin
Enn er eingin fundur avtalaður um samráðingar millum felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum og Lønardeildina
Óluva í Gong er forkvinna í felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum
 
09.10.2020 - 10:03

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hevur boðsent álitisfólkunum til kunning klokkan eitt í dag, upplýsir Óluvá í Gong, forkvinna í felagnum. 

- Enn er eingin fundur avtalaður um samráðingar millum felagið og Lønardeildina, men vit fingu okkurt heim við í gjár, sum vit kanna nærri, segði Óluvá í Gong við útvarpið fyri løtu síðani.

Felagið Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar skrivaði á heimasíðu sínari í gjár, at: "Nevndin ásannar, at støðan er trupul og álvarsom, og at bæði Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum eru greið yvir, at best er at finna eina loysn, sum báðir partar kunnu góðtaka."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860