Trump ikki longur ein smittuvandi

bannari
Trump ikki longur ein smittuvandi
Sean Conley, lækni hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sigur, at forsetin er ikki longur ein smittuvandi fyri onnur
 
11.10.2020 - 11:41

Umsitingin hjá forsetanum hevur tó ikki upplýst, um forsetin er kannaður aftur, og um kanningin vísir, at hann er ikki smittaður longur.

Donald Trump varð útskrivaður av sjúkrahúsi fyri umleið einari viku síðani, og í eini røðu fyri viðhaldsfólki av svalanum í Hvítu húsunum, segði forsetin, at hann er komin fyri seg aftur.

Umrøddi COVID-19 sum "Kina-virus"

– Mær veit væl við, segði forsetin, samstundis sum hann læt seg úr maskuni.

Trump tosaði eisini um mótvalevnið, Joe Biden, og segði, at amerikanarar eiga ikki at at lata USA verða eitt sosialistiskt land.

– Tí tað er tað, sum fer at henda, ella tað, sum verri er, segði hann.

Trump segði eisini, at USA fer at vinna á ræðuliga Kina-virusinum, sum hann tók til.

Tekur valstríðið uppaftur

– Koppingarevnið er á veg, og tað verður tikið í nýtslu um heilt stutta tíð. Dugnaligar fyritøkur arbeiða við koppingarevninum, segði Donald Trump.

Forsetin fer at taka valstríðið upp undir foretavalið uppaftur í morgin, tá hann fer at tala á einum veljarafundi í Florida. Týsdagin gongur leiðin til Pennsylvania.

Samstundis sum Trump helt røðu av svalanum í Hvítu húsunum í gjár, upplýstu tey, sum skipa fyri valstríðnum hjá Joe Biden, at hann hevur aftur latið seg kannað, og royndin vísti, at hann er ikki smittaður av koronu. 

Forsetavalið í USA verður 3. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. november
Mono 3 - Fróði Løksagarð - 181126
216627
Mikudag 18. november
Skipsboð
216603
Mikudag 18. november
Heilsuhornið
216597
Týsdag 17. november
Vitan
216375
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592
Týsdag 17. november
Veðrið
216565
Týsdag 17. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216520
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470