Nú er klárt at taka ímóti fyrstu gestunum

Nú er klárt at taka ímóti fyrstu gestunum
Hotel Hilton letur upp á middegi, og matstovan Hallartún letur upp í kvøld
Martin Restorff, stjóri Hotel Hilton, er klárur at taka ímóti fyrstu gestunum
 
22.10.2020 - 10:50

Nú er klárt at taka ímóti gestum á nýggja, altjóða hotellinum í Havn, Hilton Garden Inn Faroe Islands.

Hotellið letur upp á middegi.

Hotellið hevur 130 kømur, matstovu, barr, vælveruøki við uttandura gosbaði, hitarúm og venjingarhøli. 

Harumframt er trý stór fundarhøli og tvey smærri.

Matstovan, sum eitur Hallartún, og barrin hava opið hvønn dag, og hava eisini opið fyri uttanhýsis gestum.

Hallartún letur upp í kvøld klokkan 18, og pláss er fyri 90 gestum á matstovuni.

- Vit eru spent at taka ímóti fyrstu gestunum og veita teimum eina tænastuuppliving á altjóða stigi og føroyskum gestablídni, sigur Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891