Tiknir fyri at brúka rúsevni

Tiknir fyri at brúka rúsevni
Menninir, sum eru 19 og 20 ára gamlir, eru skuldsettir fyri at bróta lógina um rúsevni
 
23.10.2020 - 10:59

Í gjárkvøldið tók narkopatruljan hjá politinum, sum hevði hund við sær, tveir ungar menn í Hoyvík.

Teir brúktu báðir rúsevni og høvdu eisini rúsevni uppi á sær, bæði hasj og sterk rúsevni.

Menninir, sum eru 19 og 20 ára gamlir, eru skuldsettir fyri at bróta lógina um rúsevni.

Ungfólk brúka skúlagarðar og dagsstovnagarðar til at fáa sær rúsevni.

Og tað var í einum slíkum garði, at ungu menninir vórðu tiknir í gjárkvøldið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723