Ísland forðar fyri peningahvítting

Ísland forðar fyri peningahvítting
Landið er strikað av gráa listanum hjá altjóða felagsskapinum, sum hjálpir londum at gera lógir, ið forða fyri peningahvítting og at fíggja yvirgang
Grannskoðarar hjá FATF siga, at Ísland hevur sterkan politiskan vilja at halda fram við samstarvinum um tiltøk móti hvítting og at figgja yvirgang
 
26.10.2020 - 15:54

Ísland er nú strikað av gráa listanum hjá altjóða felagsskapinum The Financial Action Task Force, stytt FATF. 

Felagsskapurin ger meginreglur um, hvussu lond eiga at gera lógir, sum forða fyri peningahvítting og at fíggja yvirgang.

Eitt nú skulu londini skráseta allar fyritøkur og felagsskapir, og hvør eigarin er. 

Í summar varð greitt, at Ísland hevði hildið krøvini fyri at verða strikað av listanum.

Endaliga avgerðin varð tikin í september, tá grannskoðarar hjá FATF komu til Íslands. 

Niðurstøðan hjá teimum var, at sterkur politiskur vilji er í Íslandi fyri at halda fram við samstarvinum um tiltøk móti hvítting og at figgja yvirgang.

Kravdu 51 ábøtur

Ísland kom í fjør heyst á gráa listan, og tá vísti FATF-frágreiðingin í 2018 á 51 ábøtur, sum skuldu gerast, og setast í verk í Íslandi. 

Síðani hava løgmálaráðið og fíggjar- og búskaparmálaráðið arbeitt við ábótum saman við íslendska fíggjareftirlitinum, ríkisløgregluni, skattavaldinum og tollvaldinum. 

Eitt nú skuldi nýggj skipan setast í verk, sum varskógvar løgregludeildina fyri fíggjarlig brostverk í sambandi við løgnan peningaflutning. 

Snorri Olsen, leiðari fyri RSK, sum er íslendska skattavaldið, sigur við RÚV, at tað fer at hava jaliga ávirkan beinanvegin, at Ísland nú er tikið av listanum. 

- Nú er ikki longur neyðugt at stúra fyri altjóða handli við Ísland, ella at hava eyka eftirlit og avmarkingar, sigur stjórin fyri íslendska skattavaldið við RÚV.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303