Nýggi Kambur kemur leygardagin

Nýggi Kambur kemur leygardagin
Felagið M&S Strendur hevur keypt frystilínuskipið Østerfjord úr Noregi
Østerfjord kemur fyri Kamb, sum er seldur til Vestmanna
 
04.11.2020 - 11:36

Leygardagin 7. november kemur nýggi Kambur á Strendur.

Tað er felagið  M&S Strendur, sum hevur keypt norska frystilínuskipið Østerfjord. Skipið skal avloysa Kamb, sum felagið hevur selt til Vestmanna.

Østerfjord er bygdur í 1998. Hann er 46 metrar langur og 11 metrar breiður, og tekur 320 tons. 

Skipið hevur dragibrunn, sum merkir, at teir draga línuna upp gjøgnum skipið.

Skipa fyri móttøku

Frammanundan er tað bara eitt línuskip í landinum, sum hevur dragibrunn, og tað er Klakkur, sum eisini er keyptur úr Noregi. Klakkur kom til Føroya 9. januar.

Í sambandi við at nýggi Kambur kemur til Føroya, skipa Sjóvar kommuna og reiðaríið fyri almennari móttøku á havnarlagnum á Hulki. 

Á skránni eru røður og sangframførslur, og eisini verður okkurt til matna. Møguleiki verður eisini at sleppa umborð at síggja nýggja skipið.

Koronutilmælini verða fylgd, og øll vitjandi verða skrásett, skrivar Sjóvar kommuna.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418