Fara í samhugaverkfall

Fara í samhugaverkfall
Limir í Starvsmannafelagnum fara í samhugaverkfall týsmorgunin klokkan sjey.
Mynd: Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum
 
07.11.2020 - 15:20

Starvsmannafelagið hevur júst boðað Fíggjarmálaráðnum frá, at felagið fer í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum týsmorgun klokkan sjey til mikumorgun klokkan sjey.

Boð eru fyri lítlari løtu síðani send til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og Jan Mortensen, stjóra á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Samhugaverkfallið verður galdandi fyri limir felagsins, sum eru fevndir av sáttmálanum millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Tað snýr seg somuleiðis um limir, ið starvast hjá Føroya Løgtingi, Løgtingsins umboðsmanni og Landsgrannskoðanini.

Nøkur undantøk verða tó, sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum. Hesi eru: Vaktsentralarnir á sjúkrahúsunum, bráðfeingistúrar við sjúkrabili, strandferðsluskipini, Kringvarpið og koronutoymið á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. 

Hoyr meira um samhugaverkfallið í tíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439