Fleiri kommunur í Danmark avbyrgdar

Fleiri kommunur í Danmark avbyrgdar
Fólk í sjey norðurjúskum kommunum sleppa ikki at ferðast ímillum kommunurnar, uttan so at tað er alneyðugt. Avmarkingarnar komu í gildi í morgun
 
09.11.2020 - 07:21

Orsøkin er, at eitt koronuvirus, sum hevur broytt seg - ella muterað - er funnið í minkagørðum á leiðini, og hevur breitt seg til fólk. Tí meta myndugleikarnir tað vera neyðugt at avbyrgja økið, og samstundis at taka allar minkar í Danmark av.

Tað er bara lov at fara um kommunumark, um fólk hava eitt serligt arbeiði, sum ger tað neyðugt at fara um mark, og næmingar á skúlum, sum hava møtiskyldu, sleppa eisini um mark.

Øll børn, sum ganga í fimta til áttinda flokki, fáa undirvísing á netinum. Tok koyra ikki ímillum kommunurnar, men bussar koyra, so fólk kunnu sleppa til arbeiðis, men talan er bara um ávísar bólkar, skrivar DR.

Tær sjey kommunurnar eru Vesthimmerland, Thisted, Jammerbugt, Brønderslev, Frederiksehavn, Hjørring og Læsø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065