Grannin fekk atkvøðurnar

bannari
Grannin fekk atkvøðurnar
Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafirði fekk ikki eitt eins gott val og seinast, tí Dávur Juul gjørdist toppskorari
10.11.2020 - 21:59

Til kommunuvalið í 2016 fekk Sonni á Horni heilar 137 atkvøður, og fekk tí nógv flestar atkvøður. Hesa ferð eru atkvøðurnar meira javnt deildar, og tríggir listar fingu trý umboð í part.

Toppskorarin í Fuglafirði gjørdist Dávur Juul, granni Sonna, og er staddur umborð á einum skipi í Brasil, haðan hann hevur ført valstríð, og sigast má, at hann hevur fingið eitt framúr val.

Tey, ið sita í kommunustýrinum í Fuglafirði næstu setuna eru hesi:

Dávur Juul - 78 atkvøður

Eyðun á Lakjuni - 71 atkvøður

Sonni á Horni - 69 atkvøður

David Andreasen - 67 atkvøður

Magni H. Jøkladal - 56 atkvøður

Ólavur Larsen - 52 atkvøður

Gudny Vang - 50 atkvøður

Edva Jacobsen - 49 atkvøður

Eivin Sigur Breiðaskarð - 49 atkvøður

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870