Nýggja býráðið í Havn longu skipað seg

bannari
Nýggja býráðið í Havn longu skipað seg
Í nógvum kommunum gjørdu tey skjótt av, eftir at valúrslitini komu
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2020 - 06:37

Í Havn var blekkið valla tornað á pappírinum við valúrslitinum, tá samráðingar um meiriluta millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn byrjaðu.

Tær endaðu klokkan hálvgum fimm í morgun, tá Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin skipaðu meiriluta. Framsókn er ikki við.

Nýggjur borgarstjóri er Heðin Mortensen í Javnaðarflokkinum. Annfinn Brekkstein í Sambandsflokkinum er varaborgarstjóri.

Peikaði á Heðin Mortensen sum borgarstjóra

Annfinn Brekkstein var eisini skjótur at peika á Heðin Mortensen sum borgarstjóri, og tað fegnaðist Heðin Mortensen um, tá samráðingarnar byrjaður beint fyri midnátt í gjárkvøldið.

Í nýggja meirilutanum í Tórshavnar býráði eru sjey býráðslimir. Heðin Mortensen hevur sagt, at hann fer úr løgtinginum, verður hann borgarstjóri.

Næst á javnaðarlistanum á løgtingsvalinum í fjør er Eyðgunn Samuelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129