Lønargjaldingarnar minkaðar 23 mió. kr.

Lønargjaldingarnar minkaðar 23 mió. kr.
Vøkstur var í lønargjaldingunum hjá teimum, sum starvast í almennum og privatum tænastum, men í byggivinnuni og fiskivinnuni er vøksturin steðgaður
Afturgongd hevur verið í lønargjaldingunum í byggivinnuni, men ein lítil vøkstur í almennum og privatum tænastum
 
16.11.2020 - 10:43

Stígur tykist verða komin í lønargjaldingarnar, sigur Hagstovan.

Í oktober vórðu goldnar tilsamans 865 milliónir krónur í lønum, 23 milliónir færri enn sama mánað í fjør.

Í oktober fingu mannfólk slakar 534 milliónir krónur í lønum og konufólk 331 milliónir.

Ein lítil vøkstur var í lønargjaldingunum hjá teimum, sum starvast í almennum og privatum tænastum, men í byggivinnuni og fiskivinnuni er vøksturin steðgaður, sigur Hagstovan.

Starvsfólk í almennum tænastum fingu 290 milliónir í lønum í oktober, og í privatu vinnuni vórðu goldnar 271 milliónir kr.

Løngjaldingarnar í fiskivinnuni vóru 156 milliónir kr. í oktober og 148 milliónir í byggivinnuni.

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423