Býráðið í Klaksvík skipar seg í kvøld

bannari
Býráðið í Klaksvík skipar seg í kvøld
Karl Johansen verður nýggjur borgarstjóri
Karl Johansen verður nýggjur borgarstjóri í Klaksvík
 
18.11.2020 - 09:07

Nývalda býráðið í Klaksvík fer at skipa seg í kvøld.

Á fundinum verða borgarstjóri, varaborgarstjóri og nevndirnar valdar.

Fyrstvaldi býráðslimurin, Atli S. Justinussen í Fólkaflokkinum, setir fundin í kvøld.

Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi eru í meirilutanum í nýggja býráðnum.

Tey hava sjey av 11 býráðslimum.

Karl Johansen í Sambandsflokkinum verður borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595