Stúrdu fyri extacy: Talan var um sjóverkstablettir

Stúrdu fyri extacy: Talan var um sjóverkstablettir
Løgreglan er liðug við kanningarnar eftir at tablettir vórðu funnar í Sandoyar meginskúla fyrst í november
 
27.11.2020 - 11:07

Tablettirnar, sum vórðu funnar í skúlagarðinum í Sandoyar Meginskúla vóru sjóverkstablettir. Tað vísur kanning, sum Rættar-evnafrøðiligi stovnurin í Danmark hevur gjørt.

Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni í Føroyum, sigur, at tablettirnar vórðu fyrst kannaðar í Føroyum. Molar av eini tablett vórðu blandaðir við eini vætu.

 >> SÍ EISINI Løgreglan kannar mál um extacy á Meginskúlanum

Vætan broytir so lit alt eftir, hvat er í. Og sambært úrslitinum var talan um extacy. Men henda kanning er bert vegleiðandi, og tí vórðu tablettirnar sendar til rættar-evnafrøðiliga stovnin í Danmark. 

Har varð tó staðfest, at hetta vóru sjóverkstablettir, og ikki extacytablettir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037