Varðhaldsfongslaður til á tollaksmessu

Varðhaldsfongslaður til á tollaksmessu
Ein maður í 50'unum er varðhaldsfongslaður í 4 vikur
 
27.11.2020 - 16:59

Maðurin skal hava verið inni í íbúðini hjá einum løgreglufólki í Havn og hótt viðkomandi við knívi. Hetta hendi seinnapartin í gjár. 

Maðurin rýmdi frá staðnum, áðrenn løgreglan kom, men hann varð handtikin seint í gjárkvøldið.

Ákæruvaldið kravdi mannin varðhaldsfonglsaðan, so at hann ikki kann ávirka kanningararbeiðið, koyra burtur slóðir og ávirka vitni, og tí at vandi kann verða fyri, at maðurin fremur álop aftur, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni. 

Maður er varðhaldsfongslaður til 23. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Fótbóltur: Kasakstan - Føroyar
214384
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342