Landslæknin: Eingin korona í Grønlandi

Landslæknin: Eingin korona í Grønlandi
Avmarkingar eru framvegis galdandi, og tá tú kemur til Grønlands, skalt tú í sóttarhald í fimm dagar
Í gjár var tíðindafundur í Nuuk um koronustøðuna í Grønlandi
Mynd: KNR  
 
16.12.2020 - 09:26

- Grønland er í eini serstøðu, tí tað síðsta smittaða fólkið í Kangerlussuaq nú er frískt aftur. Okkum vitandi er Grønland tí koronufrítt, segði Henrik L. Hansen, landslækni í Grønlandi, á tíðindafundi í Nuuk í gjár.

Men hóast tey ikki vita um nakran smittaðan í Grønlandi í løtuni, eru tó fleiri avmarkingar galdandi í landinum. 

Millum annað skalt tú í sóttarhald í fimm dagar, tá ið tú kemur til Grønlands. Ikki fyrr enn tú hevur eina negativa koronukanning fimta dagin, kanst tú fara til arbeiðis aftur.

Um tú ikki vilt lata teg kanna aftur fimta dagin, skalt tú vera heima í 14 dagar, og ikki fara til arbeiðis, fyrr enn tú kennir teg frískan, skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Mæla frá at fara uttanlands

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Anna Wangenheim, landslæknin, Henrik L. Hansen og politimeistarin, Bjørn Tegner, mæltu á tíðindafundinum í gjár grønlendingum frá at fara uttanlands í jólafrí.

Grønlendski landslæknin segði eisini, at Grønland fær fyrstu koppingarevnini longu millum jóla og nýggjárs. 

Talan er tó ikki um serliga nógv koppingarevni í fyrstu syftu.

Nú skal uppskot gerast, hvør skal koppsetast fyrst, og nær tað skal gerast, segði Henrik L. Hansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846