Bretska koronuslagið staðfest í Danmark

bannari
Bretska koronuslagið staðfest í Danmark
Minst 86 fólk í Danmark høvdu í gjár fingið koronuslagið, sum er staðfest í Bretlandi
Mynd: Kelda: Savnsmynd  
 
03.01.2021 - 13:23

Danir hava nú fingið eina nýggja sjúku inn í landið, sigur Viggo Andersen, lektari i matematiskari epidemiologi við Roskilde Universitet við Ritzau.

Hann sipar til bretska slagið av koronuvirusinum, sum danskir granskarar meta, smittar sera illa. 86 fólk í Danmark høvdu í gjár fingið henda bretska variantin av koronavirus. 

Statens Serum Institut hevði tá bara greinað 11 prosent av teimum positivu royndunum. Tí verður væntað, at veruliga talið av smittaðum við bretska slagnum er umleið níggju ferðir hægri. Tað vil siga 774 fólk.

Nýggja koronuvirusið ikki staðfest í Føroyum enn

– Er ein smittaður við tí einu mutatiónini, er ein immunur fyri hinari mutatiónini. Men ov fá eru immun av øllum fólkinum, tí higartil eru bara 165.000 smittað av koronu í Danmark.

Nýggja mutatiónin verður kallað B117 og smittar 50 til 70 prosent verri enn tann higartil kenda mutatiónin av koronuvirusinum.

– Vit mugu gera alt, vit kunnu, fyri at steðga smittuni. Tað gera vit við at hava minni samband við onnur, sigur Viggo Andreasen.

– Vit fylgja gongdini neyvt, og vit kunnu ganga út frá, at vit eisini fáa hesa nýggju mutatiónina av COVID-19 til Føroya, segði Lars Fodgaard Møller, landslækni við in.fo í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210