Búskaparráðið skal umskipast

Búskaparráðið skal umskipast
Verandi formaðurin er biðin um at halda fram apríl mánað út í fyrsta umfari
Heri á Rógvi, Ester Hansen og Sigurð Poulsen sita í dag í Búskaparráðnum, sum í framtíðini verður umskipað
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.01.2021 - 12:11

Nú verður Búskaparráðið umskipað. Heri á Rógvi er biðin um fyribils at halda fram sum formaður til 30. apríl í ár. Hann skuldi annars gevast á nýggjárinum.

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hann fer í vikuni at siga, hvat tað ber í sær, at Búskaparráðið verður umskipað.

Kringvarpið skilir, at ein møguleiki er at flyta Búskaparráðið undir Landsbankan. Í ólavsøkurøðuni í fjør segði løgmaður, at landsstýrið fer at umskipa og avtaka fleiri nevndir og ráð.

Rakstrarjáttanin fjórðings millión

Heri á Rógvi, Ester Hansen og Sigurð Poulsen eru í Búskaparráðnum. Formaðurin fær 8.000 krónur um mánaðin. Nevndarlimirnir fáa 4.000 krónur. Rakstrarjáttanin hjá Búskaparráðnum er í alt 245.000 krónur.

Uppgávan hjá Búskaparráðnum er at fylgja við búskaparligu gongdini í Føroyum og koma við óheftari ráðgeving og frágreiðingum.

Búskaparráðið skrivar vanliga tvær frágreiðingar um árið. Eina várfrágreiðing og eina heystfrágreiðing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107