Søkja eftir deildarstjóra til Mentanardeildina

Søkja eftir deildarstjóra til Mentanardeildina
Martin Næs, sum var stjóri, fór frá fyri aldur í fjør summar. Hann var í Mentamálaráðnum í 13 ár
Martin Næs, sum var stjóri á Mentanardeildini, fór frá fyri aldur í fjør summar
 
08.01.2021 - 11:04

Uttanríkis- og Mentamálaráðið søkir eftir deildarstjóra til Mentanardeildina.

Martin Næs, sum var stjóri, fór frá fyri aldur í fjør summar. Hann var í Mentamálaráðnum í 13 ár.

Mentanardeildin umfatar mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.

Freistin at søkja er til 1.februar.

Fýra fólk eru í Mentanardeildini. 

Helena stjóri í Útbúgvingardeildini

Helena Dam á Neystabø bleiv á nýggjárinum stjóri í Útbúgvingardeildini í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.

Umleggingar eru gjørdar í Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.

Ein útbúgvingardeild er skipað. Hon hevur ábyrgdina av tí fakliga og politikkfyrireikandi arbeiðinum í breiðum týdningi við útbúgving og gransking, frá dagstovnum til hægri útbúgvingar og gransking. 

Sjey fólk eru í Útbúgvingardeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083