Guterres hugaður at halda fram sum aðalskrivari

Guterres hugaður at halda fram sum aðalskrivari
Annað skeiðið verður frá 2022 til 2226
António Guteres, ST-aðalskrivari
 
13.01.2021 - 15:39

ST-aðalskrivarin, António Guterres, boðar nú frá, at hann er sinnaður at taka eitt skeið aftrat sum aðalskrivari í felagsskapinum. 

Tað verður annað skeiðið sum aðalskrivari.

Guterres hevur kunnað ST og Trygdarráðið um, at hann er tøkur sum aðalskrivari í skeiðnum, sum er frá 2022 til 2026, sigur Stephane Dujarric, talsfólk hjá Guterres.

Vanliga situr ST-aðalskrivarin í mesta lagi tvey skeið, men undan forsetavalinum í USA hevði Guterres ongar ætlanir um at halda fram, um Donald Trump varð afturvaldur, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212773
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598