Inger Støjberg skal fyri ríkisrætt

Inger Støjberg skal fyri ríkisrætt
Hetta er sættu ferð, at ríkisrættarmál verður reist í Danmark
Nú er greitt, at Inger Støjberg skal fyri ríkisrætt
 
14.01.2021 - 09:55

Inger Støjberg, fyrrverandi útlendinga- og integratiónsmálaráðharri, skal fyri ríkisrætt.

Tað er niðurstøðan hjá danska Javnaðarflokkinum, sum júst hevur havt fund um málið.

Sostatt er meiriluti í Fólkatinginum fyri, at hon skal fyri ríkisrætt, skrivar DR.

- Tingmanningin hjá okkum tekur undir við, at málið skal fyri ríkisrætt, skrivar forsætisráðharrin og forkvinnan í danska Javnaðarflokkinum, Mette Frederiksen. 

Hon vísir á, at avgerðin byggir á tær greiðu løgfrøðiligu niðurstøðurnar, sum eru komnar fram.

Vinstriflokkurin eisini fyri

Eisini Vinstriflokkurin, har Inger Støjberg er limur, tekur undir við at reisa ríkisrættarmál.

Tað upplýsir formaðurin, Jakob-Ellemann Jensen. Hann sigur, at níggju av tingmanningini atkvøddu ímóti.

Sostatt taka allir flokkar í Fólkatinginum uttan Nye Borgerlige og Danski fólkaflokkurin undir við at reisa ríkisrættarmál móti Inger Støjberg.

Tað er sættu ferð, at ríkisrættarmál verður reist í Danmark.


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391