Nógv er gjørt men enn er ikki komið á mál

Nógv er gjørt men enn er ikki komið á mál
Bústaðir hava gjørt 343 bústaðir higartil og hava pengar og ætlan um 157 afturat
Sambært lógaruppskoti, sum er í løgtinginum, sleppa Bústaðir at læna 450 milliónir krónur
 
17.01.2021 - 09:20

Tað almenna ger nógv fyri at tryggja øllum eitt stað at búgva. Men enn er ikki komið á mál.

Tað ásannar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna, sum hevur svarað Heðini Mortensen, løgtingsmanni, sum spurdi, hvat landsstýrið ger fyri at útvega øllum bústað. 

500 bústaðir 

Landsstýriskvinnan sigur, at Bústaðir hava gjørt 343 leigustaðir, og hava í løtuni fígging og ítøkiligar verkætlanir til at koma upp á 500.  

Og Bústaðir sleppa harafturat at taka 450 mió. kr. í láni sambært uppskotinum um bústaðapakka, sum nú er í løgtinginum.

Endamálið  við  bústaðapakkanum er eisini at eggja privatum íleggjarum at seta pengar í bústaðamarknaðin, sigur Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776