Annika, Eyðgunn og Páll í tingið

Annika, Eyðgunn og Páll í tingið
Broytingar vera í tingmanningini, nú tingið fer at hava sínar fyrstu fundir í ár
Annika Olsen, Eyðgunn Samuelsen og Páll á Reynatúgvu verða tingfólk í næstum, nú nýggju kommunustýrini hava skipað seg
 
18.01.2021 - 14:45

Í morgin er fyrsti løgtingsfundur eftir nýggjár. Hetta er samstundis fyrsti tingfundur, eftir at nýggju kommunustýrini, sum vórðu vald á kommunuvalinum í november, hava tikið við.

Tað merkir, at broytingar verða í tingmanningini.

Annika Olsen er farin frá sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, og fer nú aftur í løgtingið, har hon verður partur av tingmanningini hjá Fólkaflokkinum. Sostatt fer Jóhan Eli Poulsen, sum hevur verið varamaður hjá Anniku Olsen, nú úr tinginum aftur.

Heðin Mortensen hevur tikið við sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, men er ikki farin úr løgtinginum enn. Eyðgunn Samuelsen er fyrsta varafólk á listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Og Kristina Háfoss fer í farloyvi úr løgtinginum, nú hon fer í starv sum stjóri í Norðurlandaráðnum næstu fýra árini. Fyrsta varafólk á listanum hjá Tjóðveldi er Páll á Reynatúgvu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026