Breddin: Rotta í Sandoynni og bílig bústaðarlán

Breddin: Rotta í Sandoynni og bílig bústaðarlán
Trý evni eru í Breddanum í dag
Sjúrður Hammer stendur á odda fyri toyminum, sum nú ferðast kring landið at greiða frá rottu, og hvussu oyggjar, har rotta ikki er, kunnu sleppa undan henni
 
21.01.2021 - 14:41

Er rottan komin í Sandoynna?  Ella er rotta í veruleikanum ongantíð  komin í oynna?

Eitt rottutoymi frá Umhvørvisstovuni við Sjúrði Hammer á odda, fer nú at ferðast kring landið at greiða frá rottuni, og hvussu serliga oyggjarnar, sum ikki hava rottu, sleppa undan henni.

Biden farin til verka

Joe Biden tók við sum amerikanskur forseti í gjár. Eitt tað fyrsta, hann gjørdi, var skriva undir nýggjar politiskar fyriskipanir.

Hvat kann ein forseti gera, tá hann tekur við, hvat kann hann gera, uttan at hava restina av politisku skipanini við sær, og hvussu lætt er at broyta avgerðir hjá undanfarnum forsetum?

Vit tosa við Erik Løksagarð Absalonsen, stjórnmálafrøðing, og Sjúrð Skaale, fólkatingsmann.

Bíligt at læna

Tað hevur ongantíð verið bíligari enn nú at læna pening til hús ella íbúð í Føroyum, og húsaprísirnir hækka alsamt.

Men hvat er veruligi prísurin av einum húsum, hvussu hava vanlig húski ráð, og hví er tað lutfalsliga dýrari í Føroyum enn aðrastaðni?

Vit tosa við umboð fyri bankarnar.

Breddin í útvarpinum klokkan 17.05
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Mikudag 1. juli
Morgunlestur mikudagur.
210323
Týsdag 30. juni
Ung lesa 1.partur - Rúnaspá
210339
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360