Nærum øll fáa sóttreinsað vatn

Nærum øll fáa sóttreinsað vatn
Flestu kommunurnar brúka UV-tól og sandfiltur til at reinsa vatnið
Vatnátakið hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni í 2018 vísir, at 97 prosent fingu sóttreinsað vatn
 
25.01.2021 - 09:25

So at siga øll í Føroyum fáa sóttreinsað vatn úr krananum.

Eitt vatnátak, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan gjørdi í 2018, vísti, at 97 prosent fingu sóttreinsað vatn.

115 skrásettar vatnveitingarskipanir vóru í Føroyum í 2018. Tíggju teirra vóru løggildar. 

Flestu kommunurnar brúka UV-tól og sandfiltur til at reinsa vatnið.

Skulu taka sýni

Vatnátakið í 2018 staðfesti, at 33 vatnverk ikki lótu sóttreinsað vatn. 1.824 fólk fingu vatn frá hesum 33 vatnverkum.

Vatnveitarum er álagt at taka nøkur sýni av vatninum  um árið.

Átakið í 2018 vísti, at kanningartíttleikin í 2017 var í lagi hjá 57 av teimum 115 vatnveitingarskipanunum.

Eitt nýtt vatnátak verður gjørt í 2020-2021.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025