Vaktarskifti á sendistovuni í London

Vaktarskifti á sendistovuni í London
Kate Sanderson verður nýggj sendikvinna, og Áki Johansen fer aftur í starv í Uttanríkistænastuni
Kate Sanderson verður nýggj sendikvinna í Bretlandi. Hon var sendikvinna í Brússel frá 2012 til 2018
 
26.01.2021 - 11:24

Mánadagin 1.februar verður vaktarskifti í føroysku sendistovuni í London. Tá tekur Kate Sanderson við sum sendikvinna.

Áki Johansen hevur verið sendimaður í London síðani 2015. Hann er komin heim aftur til Føroya og fer aftur í starv í Uttanríkistænastuni.

Kate Sanderson var sendikvinna Føroya í Brússel frá 2012 til 2018. Sum støðan er í løtuni, fer Kate Sanderson ikki til London nú, men so skjótt støðan við koronu er batnað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. juli
HM-finalan nærkast
211115
Sunnudag 19. juli
HM-tíðindi 19. juli 2026
211109
Sunnudag 19. juli
Tónleikur í 13 øldir (3:10)
210347
Sunnudag 19. juli
Søgan um Johnny Cash 3. partur
210681
Sunnudag 19. juli
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
211106
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096