Borgarlig skylda at vera dómsfólk

27.01.2021 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Borgarlig skylda at vera dómsfólk
122 fólk standa á tilnevningarlistanum, sum er galdandi í fýra ár
Henrik Møller er sorinskrivari

- Í roynd og veru er tað ein borgarlig skylda at vera dómsfólk.

Tað sigur Henrik Møller, sorinskrivari.

Fríggjadagin varð skipanin við dómsfólki roynd í Føroya rætti.

Avgerðin um, hvør skal standa á tilnevningarlistanum, er í fyrstu syftu politisk.

Í løtuni standa 122 fólk á tilnevningarlistanum. Listin er galdandi í fýra ár, og hann kom í gildi 1. januar í 2020.

Dómsfólk ella nevningur, sum ikki møtir á rættarfundi, og ikki hevur lógligt forfall, til dømis vegna brádliga sjúku, kann fáa bót frá rættinum.

Hoyr samrøðu við sorinskrivaran í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040