Samgongukreppa í Grønlandi

Samgongukreppa í Grønlandi
Tað hevur elvt til rok, at borgarafundir um eitt ætlað nám har suðuri í Grønlandi, verða útsettir
 
29.01.2021 - 08:38

Kreppan byrjaði, tá ið leiðslan í flokkinum Siumut boðaði frá, at borgarafundirnir um ætlaða námið norðan fyri Narsaq har suðuri í Grønlandi eiga at vera útsettir. Teir skuldu annars byrja í næstu viku.

Borgarafundir skulu vera í fimm plássum. Teir eru longu útsettir einaferð fyrr. Næstforkvinnan í Siumut, Vivian Motzfeldt, sigur, at ikki ber til at halda slíkar fundir, nú korona er.

Demokratarnir, sum eru í samgonguni, góðtaka als ikki hetta. Flokkurin ivast nógv í, um hann skal halda fram at stuðla samgonguni. Og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, sigur seg ikki longur kenna flokk sín, Siumut, aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210