Føroyskur fiskur lýkur ES-krøv

Føroyskur fiskur lýkur ES-krøv
Fiskur frá smábátum, sum ikki eru løggildir, fer eisini til ES, og ES-myndugleikar hava serligan áhuga fyri eftirlitinum við hesum bátum
Smábátar, sum ikki eru løggildir, fiska 15 prosent av botnfiskinum undir Føroyum. Og júst eftirlitið við smábátum hevur stóran áhuga hjá ES, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan
 
29.01.2021 - 15:13

Føroyskur fiskur lýkur ES-krøv.

Tað er niðurstøðan, eftir at ES-eftirlitsmyndugleikar hava kannað Heilsufrøðiligu starvsstovuna síðani 7. januar.

Hetta var fyrsta royndin hjá ES at gera ein slíka skoðan á netinum.

Endamálið var at eftirkanna, um Heilsufrøðiliga starvsstovan lýkur krøvini í veterineravtaluni við ES um fisk og fiskavørur.

Spurdu nógv um smábátar

Nógvir spurningar vóru um skip, og serliga smábátar. Øll ísfiskaskip yvir 20 tons verða løggildað, og regluligt eftirlit er við hesum skipum.

Smábátar undir 20 tons, sum hava fiskiloyvi, verða ikki løggildir, men teir landa eisini til løggildar landingarmiðstøðir. Fiskur frá smábátum, sum ikki eru løggildir, kann fara víðari til ES.

Tí høvdu ES-myndugleikar stóran áhuga fyri, hvussu eftirlitið við smábátum verður skipað. Veiðitølini vísa, at smábátar fiska umleið 15 prosent av øllum botnfiski undir Føroyum.

Skrivlig frágreiðing

Heilusfrøðiliga starvsstovan sigur, at føroyskur fiskur sum heild lýkur ES-krøv. Og um 20 dagar kemur ein skrivlig frágreiðing, har lýst verður, hvørjar tillagingar Heilsufrøðiliga starvsstovan skal gera innanhýsis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. januar
Morgunlestur leygardagur 31.januar 2026
203271
Fríggjadag 30. januar
Vikuskiftið 30 jan 2026
203510
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 30. januar 2026
203495
Fríggjadag 30. januar
EM-tíðindi 29. januar 2026
203492
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Filip
203375
Mikudag 28. januar
Hetta er Bjarki
203376